UM OKKUM
Vit eita Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen. Vit hava báðar útbúgving sum grafiskir sniðgevar, umframt at Anni er teknari. Vit hava arbeitt í reklamuvinnuni í meira enn 10 ár.
Nú arbeiða vit saman undir navninum ANNIJANNI.
Vit loysa allar uppgávur innan yrki
Búmerkir
Lýsingar / Starvslýsingar
Lýsingarátøk
Faldarar
Bóklingar
Ársfrágreiðingar
Framløgur
Plakatir
Emballasja
Webbannarar
Heimasíður / Webshop
v.m.
Um uppgávan krevur tað, víðka vit toymið við t.d. einum kreativum tekstahøvundi ella einum dugnaligum fotografi. Okkara uppgáva er at fáa fram tín boðskap og títt serliga eyðkenni.